- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimildin hjá kommunum at lata undantaksloyvi til taðing skal nú strikast
Heimildin hjá kommunum at lata undantaksloyvi til at taða uttan fyri taðingartíðarskeiðið skal nú strikast.
Tá kunngerðin var broytt í 2020, mæltu flestu hoyringarpartar frá allari taðing uttan fyri taðingartíðarskeiðið, sum er frá 15. mars til 15. oktober.
Kortini var kunngerðin broytt, so kommunur kunna geva undantaksloyvi at taða uttan fyri taðingartíðarskeiðið.
Men hendan heimildin skal nú strikast, ætlar Umhvørvismálaráðið.
Dálkar illa at taða
Uppskot um tað er nú til hoyringar til í morgin, 26. juli.
Tað dálkar ov illa at taða uttan fyri taðingartíðarskeiðið, sigur Umhvørvismálaráðið.
Taðing eigur ikki at vera, tá jørðin illa megnar at taka tøðini.
Nøkur undantaksloyvi eru givin, síðani ásetingin kom í kunngerðina í 2020.
Geva javnan undantaksloyvi
Orsøkin til broytingina í 2020 var, sambært hoyringarskrivi tá, at brúk var fyri at útseta ætlaða taðing út um 15. oktober, tí alivirksemi var við taðingarlendið.
Loyvt er at taða uttan fyri taðingartíðarskeiðið, um "týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi tala fyri tí," sum tað stendur í kunngerðini nú.
Men Ingilín Strøm, landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, er gjørd varug við, at kommunur, sum eru eftirlitsmyndugleiki sambært kunngerðini, javnan geva undantaksloyvi, uttan at víst verður til "týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi."
Ásetingin um "týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi" verður sostatt í stóran mun skeivt umsitin, sigur Umhvørvismálaráðið.
Tí er ætlanin at strika hana.