Greinari: Støða Harris til stríðið millum Ísrael og Hamas óviss

Greinari: Støða Harris til stríðið millum Ísrael og Hamas óviss
Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, ið hevur lisið í USA, heldur, at Kamala Harris skal vera varin við, hvat hon sigur um stríðið millum Ísrael og Hamas
Spurningurin er, hvussu leingi, ið Kamala Harris kann bíða við at úttala seg alment um stríðið millum Ísrael og Hamas
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
25.07.2024 - 13:44

"Tað er eingin ivi um, at varaforsetin og valevnið hjá demokratunum, Kamala Harris, stuðlar statinum Ísrael og tess rætti at verja seg. Men tað er óvist, hvat hon heldur um stríðið millum Ísrael og Hamas,"sigur Erik Løkságarð Absalonsen, stjørnmálafrøðingur, ið hevur lisið í USA. 

Hann vísir á, at Kamala Harris hevur ikki ordiliga úttalað seg um stríðið millum Ísrael og Hamas alment enn, síðani hon bleiv valevnið hjá demokratunum.

Stríðið millum Ísrael og Hamas er eitt eymt evni allastaðni eisini í USA. 

"Tá sást beinanvegin aftur í veljaratølunum hjá Joe Biden, at serliga ungir og minniluta veljarar ganga høgt uppí hvørja støðu, ið tú hevur til stríðið millum Ísrael og Hamas."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen 

 

Má vera øgiliga varin

Erik Løksagarð Absalonsen væntar, at Kamala Harris skal vera øgilga varin við ikki at fara ov langt, tá hon fer at úttala seg um stríðið.

"Um hon byrjar at tosa um vápnahvíld og annars byrjar at blanda seg uppí stríðið, so er tað er nakað, ið republikanararnir fara at brúka ímóti henni."

Spurningurin er eisini, hvussu leingi, ið Kamala Harris kann bíða við at úttala seg um stríðið millum Ísrael og Hamas. 

"Tað er nakað, ið hennara fólk eisini sita og gruna yvir. Eg vænti, at hon fer at tosa meira til vinstra vongin í flokkinum, tá tað hendir."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017