- Tíðindi, mentan og ítróttur
Battarí til bilar gjørd úr vanligum steinum
Danskir granskarar hava funnið ein hátt at vinna evni úr steinum til battarí, sum vónandi í framtíðini kann brúkast í staðin fyri dýra, vandamikla og umhvørvisskaðiliga evnið litium.
Tað skrivar danska TV2.
Tað eru granskarar á DTU Lyngby, sum í trý ár hava arbeitt við at finna aðra loysn enn litium-ion-battaríir.
Mineralini finnast allastaðni
Mohamad Khoshkalam, sum er verkfrøðingur og postdoc á DTU, sigur, at mineralini, sum tey hava vunnið úr steinum, er tøkt næstan allastaðni - í havanum ella í vatni.
- Í staðin fyri litium nýta vit eitt heilt stykki úr steinminerali. Tað ber til at skera burturúr hesum og síðan gera enn fleiri battarí burturúr tí, sigur hann.
- Vit hava sostatt bæði minkað um prísin á tilfarinum og minkað um prísin á framleiðsluni til battaríir.
Granskararnir hava fyri stuttum fingið patent upp á hesa tøknina. Patentið ger millum annað, at onnur ikki kunnu kopiera tøknina, og sostatt verður lættari at fáa fígging til meiri gransking.