Mesta lønin fer til at umsita almannaveitingar

Mesta lønin fer til at umsita almannaveitingar
Størsti lønarbólkur í Føroyum er tann, sum í yvirlitinum hjá Hagstovuni eitur almenn umsiting og verja, lógarkravdar almannavetingar
Ein milliard og 556 milliónir vóru í lønarbólkinum landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða. Vøksturin er trý prosent.
 
22.07.2024 - 06:47

Størsti lønarbólkur í Føroyum er tann, sum í yvirlitinum hjá Hagstovuni eitur almenn umsiting og verja, lógarkravdar almannavetingar.

Hann var eina milliard og 880 milliónir krónur frá juli í fjør til juni í ár.

Tað eru átta prosent meira enn frá juli 2022 til juni 2023.

Hetta er tó ikki størsta hækkingin seinasta árið.

Í bólkinum, sum eitur søla, útleiga og umsiting av fastognum er vøksturin 12,7 prosent.

Í bólkinum undirvísing er hann 10,8 prosent, hann er 10,2 prosent í list, undirhaldi og ítrótti, 9,3 prosent í heilsu- og almannaverkinum og níggju prosent í bólkinum, sum eitur el-,gass- og fjarhitaveiting.

Tveir minkaðir

Í tveimum lønarbólkum er minni goldið í lønum seinasta árið enn undanfarna ár.

Tað eru bólkarnir framleiðsluvinna og umsitingarligar tænastuveitingar, minkingin er 0,9 prosent í báðum bólkum. 

12,4 milliardir krónur vóru latnar í A-skattaðum lønum frá juli í fjør til juni í ár. 

Tað eru slakar 700 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum var frá juli í 2022 til juni í 2023.

Vøksturin er 5,8 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519