- Tíðindi, mentan og ítróttur
Watson tikin í Grønlandi
Politiið í Nuuk í Grønlandi tók í morgun Paul Watson, sigur felagsskapur hansara, Captain Paul Watson Foundation, á Facebook.
Á einari mynd har sæst politiið føra Paul Watson í ein politibil.
Paul Watson er tikin, tí altjóða boð, tey eru úr Japan, eru um at handtaka hann. Hann er eftirlýstur í nógvum londum.
Paul Watson og hansara fólk eru á veg úr Dublin í Kyrrahavið við skipinum John Paul de Joria, har tey ætla forða japanskari hvalaveiðu.
Tey bunkraðu í Nuuk.
Paul Watson skal í grundlógaravhoyring. Har fer politiið at biðja um at sleppa at varðhaldsfongsla hann, til danska løgmálaráðið hevur avgjørt, um hann skal latast Japan.
Handtøkuboðini úr Japan
Boðini um at taka hann komu úr Japan, sigur grønlendska politiið í tíðindaskrivi.
Eingir trupulleikar vóru í sambandi við handtøkuna, sigur poltitiið eisini.
Politiið í Grønlandi vil ikki siga meira um málið nú.
Í Føroyum í fjør
John Paul DeJoria var í føroyskum sjógvi í fjør summar.
Skiparin tá, Daniel Binyon, fekk 157.000 kr. í sekt í Føroya rætti fyri fýra lógarbrot.
Hann skeyt dómin inn fyri Landsrættin, sum viðger málið um ein mánað.