- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál Joensen: Revsingin fyri doping er ofta ov lin
Fríggjadagin verða olympisku summarleikirnir settir í Paris, og næstu tvær vikurnar ella so fara meir enn 11.000 ítróttafólk úr øllum heimsins heraðshornum at kappast um at vinna størsta heiður, sum er í ítróttaheiminum: Eitt olympiskt gullmerki.
Men medaljan hevur eisini eina baksíðu. Tí av teimum 11.000 ítróttafólkunum eru í minsta lagi 105, sum fyrr eru dømd fyri doping.
Tað skrivar norska kringvarpið NRK.
Nógv tey flestu av hesum - meir enn ein triðingur - eru í frælsum ítrótti. Men tennis, ríðing og vektlyfting hava eisini fleiri dopingdømd við á leikunum.
Øll eru ikki so fegin um, at ítróttafólk, sum fyrr eru tikin fyri doping og hava fingið dóm fyri tað, sleppa at vera við aftur.
Men tá ítróttafólk hava fingið ein dóm fyri doping og hava sitið dómin av, hava tey fingið sína revsing og kunnu vera við aftur. Tað siga reglurnar, og tær eru truplar at broyta, tí tað snýr seg eisini um mannarættindi.
Tað sigur Pál Joensen, sum er antidopingsamskipari hjá Anti-Doping Føroyar og sum eisini sjálvur hevur kappast á olympisku leikunum í svimjing.
Hann heldur, at dómarnir fyri doping ofta eru í linara lagi. Og eitt er tann almenni dómurin, men so er tað eisini tann moralska revsingin frá samfelagnum, sum kann vera svingandi. Tað veldst eisini um, hvørjari mentan viðkomandi ítróttafólk kemur frá.
Hoyrið samrøðu við Pál Joensen her: