Fleiri demokratar vilja hava Biden at taka seg aftur

Fleiri demokratar vilja hava Biden at taka seg aftur
Sjónleikarin George Cloony, ið saman við øðrum hevur savnað inn yvir 200 milliónir krónur til valstríðið hjá Biden, hevur eisini hálsað um
Joe Biden, forseti, er framvegis undir hørðum trýsti frá sínum egnu.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.07.2024 - 08:41

Alsamt fleiri í demokratiska flokkinum finnast nú at, at amerikanski forsetin, Joe Biden, framvegis er valevni floksins til forsetavalið seinni í ár.

Í nátt boðaði níggjundi demokraturin í Umboðsmannatinginum frá, at hann heldur, at forsetin eigur at taka seg aftur sum forsetavalevni.

Eisini senatorurin, Peter Welch, hevur í avísini Washington Post beinleiðis heitt á Joe Biden um at taka seg aftur.

Sjónleikarin George Clooney, ið saman við øðrum hevur savnað inn yvir 200 milliónir krónur til valstríðið hjá Biden, hevur eisini hálsað um:

- Joe Biden kann ikki vinna dystin ímóti tíðini, tí hetta er alt samalt ein spurningur um aldur, sigur hann í eini viðmerking í The New York Times.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946