- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar kommunulæknaviðtalur fingið boð frá landslæknanum
Tríggjar kommunulæknaviðtalur hava fingið at vita frá landslæknanum, at feilir og manglar hjá teimum elva til stórar trupulleikar fyri sjúklingatrygdina, ella "udgør større problemer af betydning for patientsikkerheden", sum tað stendur í boðunum, sum eru á donskum.
Viðtalurnar hjá Birna Hansen og Hanusi á Lógv og Læknamiðstøðin á Tvøroyri hava fingið boðini frá landslæknanum.
Fráboðað eftirlit
Tey koma eftir fráboðað eftirlit í apríl. Tey vóru gjørd sambært tilvildarligum stakroyndum.
Birni Hansen hevur fingið boð um at tryggja forsvarliga medisinska viðgerð, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, og handfaring av parakliniskum kanningum.
Parakliniskar kanningar umfata millum annað vevnað, blóð ella land.
Hanus á Lógv hevur fingið boð um at tryggja forsvarliga medisinska viðgerð, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, og siggja til, at viðtalan hevur greiðar reglur um arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum.
Læknamiðstøðin á Tvøroyri hevur fingið boð um tryggja forsvarliga viðgerð av sjúklingum, sum hava kroniskar sjúkur, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, handfaring av parakliniskum kanningum og at síggja til, at greiðar reglur eru um arbeiðið hjá starvsfólki í viðtaluni.
Sjúklingarnir skuldu sjálvir spyrja
Viðtalan hevði ikki mannagongdir, sum tryggjaðu, at fólk fingu svar uppá allar fyriskipaðar kanningar.
Sjúklingarnir skuldu sjálvir spyrja um svarið.
Boð frá landslæknanum er eitt løgfrøðiligt revsitiltak, sum áleggur viðgerðarstaðnum at lúka ávís krøv til sjúklingatrygdina.
Boðini liggja á heimasíðuni hjá landslæknanum, og verða strikað, tá tað kann prógvast, at tey settu krøvini eru lokin.