Landsstýrið hevur lænt 900 milliónir til endurfígging

Landsstýrið hevur lænt 900 milliónir til endurfígging
Talan er um 15 ára lán, og rentan er góð 3,6 prosent
Landsstýrið hevur lænt knappa milliard til endurfígging.
 
09.07.2024 - 09:52

Landsstýrið hevur lænt 900 mió. kr.

Hetta er eitt 15 ára lán, og rentan er 3,624 prosent.

Landsstýrið kann eitt ár, áðrenn eitt lán fellur til gjaldingar, taka eitt nýtt lán til endurfígging. 

Tí hevur landsstýrið longu nú lænt 900 mió. kr.

Tær skulu ikki gjaldast aftur fyrr enn 1. juli 2039, skrivar Landsbankin.

Hesar 900 mió. kr. vera plaseraðar stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið, sum er ein milliard og 645 mió. kr., skal rindast aftur.

 

Læna meira næsta ár

Í mai næsta ár vera tær 745 milliónirnar læntar, sum resta í til at gjalda lánið 2. juni næsta ár.

Tá vera væntandi eisini læntir pengar til at fíggja hall í fíggjarlógini umframt møguliga til gjaldførið, so landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15 prosent av BTÚ í gjaldføri. 

Í mai í ár lænti landsstýrið 1,1 mia. kr. 

Tær vóru brúktar til at gjalda eitt lán, sum fall til gjaldingar 3. juni í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151