- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orban hittir kinesiska forsetan í Beijing
Ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban hitti í dag kinesiska forsetan Xi Jinping í Beijing, eftir at hava vitjað í Ukraina og Russlandi í síðstu viku.
Tað eru bara tveir mánaðir síðani, at teir báðir hittust, tað var tá ið Xi var í Ungarn í sambandi við eina ferð til Evropa.
Eftir fundin skrivaði Orban á Facebook, at skal kríggið í Ukraina enda, er tað treytað av stórveldunum USA, ES og Kina - umframt Ukraina og Russlandi.
Orban skrivaði eisini á X, at Kina er týdningarmikil leikari í arbeiðnum fyri friði millum Ukraina og Russland, og staðfestir, at hetta er orsøkin til fundin við Xi.
Sambært stuttari fráboðan frá kinesiska uttanríkisráðnum, skuldu Orban og Xi tosa saman um felags áhugamál.
Ungarn tók við formansskapinum í ES 1. juli.
Verið í Ungarn og Russlandi
Tað fyrsta, sum Orban gjørdi, var at vitja Ukraina og Russland, og hann mælti báðum londunum til vápnahvíld.
ES-leiðarar, Ukraina og USA funnust hvassliga at ferðini hjá Orban til Moskva.
Ungarn skilir seg frá øðrum ES-londum, tí stjórnin hjá Orban vil ikki veita Ukraina vápn.
Hann er fyrsti ES-leiðari, sum vitjar Moskva síðani apríl 2022, og samstundis var tað fyrsta vitjan hansara í Ukraina, síðani Russland leyp á landið.