Viðmerkjari: Valsigurin hjá Labour ikki serliga sannførandi

Viðmerkjari: Valsigurin hjá Labour ikki serliga sannførandi
Vallutøkan á parlamentsvalinum í gjár var 60 prosent
Keir og Victoria Starmer vera nýggju forsætisráðharrahjúnini í Downing Street 10.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 13:53

Bretski arbeiðaraflokkurin vann stórsigur á parlamentsvalinum í Bretlandi í gjár.

Labour hevði fingið  412 av teimum 650 sessunum í parlamentinum, tá bara tvey valdømi vóru eftir at telja.

 

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.

 

Bert 60 prosent av teimum gott 48 mió fólkunum, sum høvdu valrætt í gjár, vóru á vali.

Men hóast stórsigur í tingmannatali, er sigurin hjá Labour kortini ikki serliga sannførandi, heldur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, sum hevur fylgt valinum úr Skotlandi:

 

05072024_Regin_Berg

 

Liz Truss var konservativur forsætisráðharri eitt stutt skifti í 2022. Í gjár fall hon á parlamentsvalinum. 

 

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Liz Truss, var ikki afturvald á parlamentsvalinum í gjár. 

Liz Truss umboðaði Konservativa flokkin. Hon misti sessin til Labour-flokkin.

Liz Truss var forsætisráðharri eitt stutt skifti á heysti 2022, áðrenn hon fór frá, og Rishi Sunak tók við sum forsætisráðharri. 

Sigurin hjá Labour ger enda á konservativu leiðsluni í Bretlandi seinastu 14 árini.

Fyrrapartin boðaði Rishi Sunak frá, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri og formaður fyri Konservativa flokkin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946