Veljarakanning: 49 prosent høvdu valt Trump

Veljarakanning: 49 prosent høvdu valt Trump
74 prosent av teimum spurdu halda, at Joe Biden er ov gamal at røkja starvið sum forseti
Donald Trump og Joe Biden í fyrstu politisku hólmgonguni, sum CNN skipaði fyri. Nýggj veljarakanning vísir, at 49 prosent av teimum spurdu fara at velja Trump og 43 prosent Biden.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.07.2024 - 09:37

Nýggj veljarakanning frá New York Times og Siena gevur Donaldi Trump greiða leiðslu í amerikanska forsetavalinum. 

49 prosent av teimum spurdi siga, at tey fara at velja Trump.

Til samanberingar siga 43 prosent, at tey fara at atkvøða fyri Biden. 

Broytingin er trý prosentstig til fyrimunar fyri Trump eftir hólmgonguna í síðstu viku. 

Leiðslan er seks prosentstig, og er tann størsta, sum Donald Trump hevur havt í eini veljarakanning hjá New York Times síðani 2015, tá ið hann kunngjørdi, at hann fór at stilla upp til forsetaembætið.

Millum amerikanarar, sum hava skrásett seg til at velja, er Trump á odda við 49 prosentum móti 41 prosentum.

74 prosent av teimum spurdu halda, at Biden er ov gamal at røkja starvið sum forseti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Kamarkórið 40 ár
190994
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946