Noreg: 30 ár á varðhaldsstovn fyri grovan yvirgang

Noreg: 30 ár á varðhaldsstovn fyri grovan yvirgang
Dómurin, sum Zaniar Matapour hevur fingið, er tann strangasti av sínum slag, sum er sagdur í Noregi
Zaniar Matapour fór at skjóta frá hond undir Pride-vikuni í Noregi í juni 2022.
 
04.07.2024 - 14:16

Ein søguligur dómur er sagdur í Oslo tingrætti í dag.

Zaniar Matapour er dømdur 30 ár á varðhaldsstovn/forvaring fyri grovan yvirgang, eftir hann skeyt frá hond undir Pride-vikuni í Noregi 25. juni í 2022.

Eisini er Matapour dømdur at rinda yvir 100 mió. norskar krónur í endurgjaldi til tey fleiri enn 300 fólkini, sum hava støðu sum órættað í málinum.

Dómarin legði dent á, at Matapour hevði verið atvold til stóra kropsliga og sálarliga pínu hjá teimum órættaðu. Dómarin helt eisini, at Matapour ikki vísti nakað tekin um samvitskubit.

 

Tvey fólk doyðu

Tvey fólk lótu lív, tá Matapour skeyt frá hond á tveimum skeinkistøðum miðskeiðis í Oslo, har serliga samkynd fólk eru.

Sambært NRK vóru níggju fólk særd av skotløstum, og fleiri enn 20 onnur fingu løstir av øðrum slag í ruðuleikanum, sum stóðst av skjótingini.

Dómurin í dag er tann strangasti, sum er sagdur í Noregi, og sum norsk lóg loyvir.

Verjin hjá Matapour, Marius Dietrichson, sigur við NRK, at hann mælir Matapour til at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155