Mæla til at seta 53 serlæknar aftrat

Mæla til at seta 53 serlæknar aftrat
Tilgongdin at skipa sjúkrahúsbverkið sum universitetssjúkrahús fer eisini at hjálpa, heldur arbeiðsbólkur, sum hevur latið Margit Stórá, landsstýriskvinnu, álit
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, sum var formaður í arbeiðsbólkinum.
 
04.07.2024 - 15:55

Alt ov fáir serlæknar eru í føroyska sjúkrahúsverkinum, og fleiri størv eru eisini ósett

Kortini verður nú mælt til at seta nógv fleiri serlæknar.

Í løtuni eru 68 størv til serlæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Fleiri av hesum størvum eru ósett, og konsulentar røkja fleiri av hesum uppgávum.

Men talið 68 er alt ov lítið, er niðurstøðan hjá ienum arbeiðsbólki, sum Margit Stóra, landsstýriskvinna, setti at meta um tørvin á serlæknum.

 

53 aftrat

Arbeiðsbólkurin heldur nevniliga, at talið á serlæknum skal vaksa úr teimum nevndu 68 upp í 121.

Við øðrum orðum skulu 53 serlæknar setast aftrat í sjúkrahúsverkinum.

Hetta er ein næstan vónleys uppgáva, men arbeiðsbólkurin mælir til, at føroyska sjúkrahúsverkið kann bjóða eitt ávíst tal av høvuðsútbúgvingarstørvum út um árið í sergreinum, sum føroyska heilsuverkið hevur tørv á. Í løtuni verður tað gjørt av í Danmark, hvørji útbúgvingarstørv skulu bjóðast út

Tilgongdin at skipa sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús fer eisini at hjálpa, heldur arbeiðsbólkurin.

Les tilmælið frá arbeiðsbólkinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109