Lundastovnurin í Íslandi hóttur

Lundastovnurin í Íslandi hóttur
Doktari í lívfrøði mælir til, at umfatandi tiltøk verða sett í verk til tess at verja stovnin
Ávarað verður nú um, at lundastovnurin í Íslandi er hóttur, og mælt verður til, at tiltøk verða sett í verk.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
04.07.2024 - 09:17

Lundastovnurin í Íslandi er minkaður munandi seinastu árini, orsakað av ovurfisking og broytingum í vistskipanini. Og íslendska stjórnin eigur at taka sær altjóða ábyrgd av tí.

Tað sigur doktari í lívfrøði.

Úrslit í frágreiðing, sum er gjørd fyri íslendska umhvørvisstýrið, vísa, at lundin er ovurveiddur seinastu hundrað árini, og fiskiskapurin er ikki burðardyggur. 

Umhvørvisstovan hevur eisini heitt á matstovur um at endurskoða, um lundabringa skal standa á matseðlinum, og á veiðimenn um at gevast við lundafleyggi.

Erpur Snær Hanssen, doktari í lívfrøði, sigur við íslendska kringvarpið, at umfatandi tiltøk mugu seta í verk. 

 

Umhvørvisstovan í Íslandi hevur eisini heitt á matstovur um at endurskoða, um lundabringa skal standa á matseðlinum. (Mynd: RÚV)

 

Størsta lundapláss í heiminum

- Støðan er nevniliga, at vit hava størsta lundapláss í heiminum, størsta lundastovn, Vit hava tí altjóða ábyrgd sambært altjóða avtalum. Hetta má takast í størri álvara, enn tað verður nú, sigur Erpur Snær Hanssen.

- Fólk mugu fara hóvliga við náttúruni og ikki brúka hana til vinnuliga veiði, so at djórasløg eru fyri hóttafalli og koma á altjóða listan fyri hótt djór, sigur hann.

Íslendska umhvørvisstovan arbeiðir við uppskoti um verju- og veiðiætlan fyri lunda, skrivar íslendska kringvarpið.

- Vit taka ábendingarnar í fullum álvara, men kunnu staðfesta, at støðan er ikki nóg væl lýst. Til hetta er greinað úr í æsir, heita vit á fólk um at vera skynsom og ikki veiða ov mikið, sigur Bjarni Jónsson, verkætlanarleiðari á íslendskum umhvørvisstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946