- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómarafelagið: Dysturin verður dømdur kortini
Dysturin í bestu fótbóltsdeildini við monnum millum NSÍ og 07 Vestur fríggjakvøldið verður bæði spældur og dømdur.
Fótbóltssamband Føroya og NSÍ hava veitt Dómarafelagnum vissu fyri, at trygdin við Løkin verður í lagi, og tí er dysturin millum runavíkingar og vágamenn ikki í vanda, skrivar in.fo.
Vildu ikki døma við Løkin
Dómarafelagið vildi annars ikki døma fleiri dystir í Runavík, skrivaði in.fo fyrr í dag.
Orsøkin var ógvusliga hendingin eftir dystin í farna umfari millum NSÍ og KÍ, tá ítróttastjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, legði eftir dómaranum, Kára J. á Høvdanum á vøllinum beint eftir dystin og løtu seinni inni í Bylgjuni, høllini, har dómararnir skifta.
KÍ vann tepurt í evstu løtu í spennandi og dramatiska dystinum, men í NSÍ-leguni vóru nógv ónøgd við dømingina í fleiri avgerandi støðum og hildu seg vera við skerdan lut.
Treytaleys umbering frá NSÍ
NSÍ hevur í kvøld sent út tíðindaskriv, har felagið gevur bæði FSF og dómaranum treytaleysa umbering fyri hendingina.
- Vit ynskja við hesum skrivi at koma við eini treytaleysari umbering til FSF og dómaran, Kára J. á Høvdanum fyri hendingina við vøllin eftir loknan dyst í millum NSÍ og KÍ, skrivar felagið.
- Slík hending má og skal ikki koma fyri, og vilja vit gera okkara fyri, at so er.
NSÍ leggur samstundis afturat, at formaðurin, Karstin Joensen, bað dómararnar um umbering eftir dystin og fylgdi teimum av økinum, og at ítróttastjórin, Eyðstein Skipanes, hevur persónliga biðið Kára J. á Høvdanum um umbering.
Óvist er, um málið fær fleiri avleiðingar.