Tjóðartingsval í Fraklandi

Tjóðartingsval í Fraklandi
Sambært veljarakanningum fer høgra vongurin í Fraklandi at vinna stórt í fyrsta umfari av tjóðartingsvalinum í dag
Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, atkvøðir til fyrsta valumfar til tjóðartingsvalið, sum er í dag.
Mynd: Yara Nardi/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.06.2024 - 12:29

Flokkurin Rassemblement National, Tjóðar endursavnan, verður mettur at fáa flestu atkvøðurnar.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Tað er 28 ára gamli Jordan Bardella, sum er formaður í Rassemblement National. hann er m.a. kendur fyri at brúka sosiala miðilin Tik tok at føra valstríð, har hann hevur 1,7 milliónir fylgjarar.

Tjóðar endursavnan væntast at fáa 35 prosent av øllum atkvøðunum, meðan miðsavnandi samgongan hjá Emmanuel Macron, forseta, Ensemble, væntandi bert fær 21 prosent av atkvøðunum. Tað eru færri atkvøður enn bæði høgravongurin og vinstravongurin fáa sambært veljarakanningum. Vinstravongurin fær væntandi 28 prosent av atkvøðunum.

Um hetta gerst veruleiki á valinum, kann støðan í Fraklandi gerast rættiliga rokmikil.

Tí, uttan ein greiðan meiriluta kann tað gerast torført, um ikki ógjørligt, at stovna eina samgongu. Og í Fraklandi er lógin soleiðis, at tað skulu ganga 12 mánaðir ímillum hvørt valið - so um ongin samgonga verður stovnað, kann landið liggja politiskt lamið upp í eitt ár.

Valið í dag er ikki heilt endaligt. Avgerandi valumfarið verður hildið næsta sunnudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772