- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oddvør Johansen: Lærdu menninir hildu, at eg átti at farið út at lúka
Oddvør Johansen plagar at siga við ommubørnini, at hon vaks upp í gomlum døgum. Tey skilja ikki, at hon hevur kunnað verið til uttan at eiga eina eina modernaða fartelefon, ikki hava gingið í barnagarð, ikki duga at svimja og uttan at vita nakað um Minecraft.
Longu 12 ára gomul byrjaði Oddvør Johansen at skriva. Dagbøkur, søgur, sjónleikir og, tá hon var útiseti, hundraðtals brøv.
Hon vaks upp á Skálatrøð, og har vóru fáar gentur men nógvir dreingir. Sjóvarmálin var spæliplássið, minnist Oddvør. Mynd: Bárður Lydersen
Slóðbrótandi rithøvundur
Fyrsta skaldsøgan, Lívsins summar, kom út í 1982, og hon var ógvuliga væl móttikin. Sjálv heldur Oddvør, at hon tipti eitt hol á føroyska bókmentapallinum, tí har vóru mest sum ongar kvinnur.
Við hesum gjørdist Oddvør brádliga partur av bókmentaumhvørvinum. Tað hevði eitt nú við sær, at menn, sum dugdu handverkið og kendi heimsbókmentirnar, fóru at ummæla tað, hon læt úr hondum.
Oddvør Johansen fekk í 2002 M. A. Jacobsens Bókmentavirðislønina fyri bókina "Tá ið eg havi málað summarhúsið". Mynd: Bárður Lydersen
Harðrend ummæli frá erpnum mannfólki
Fleiri ummæli vóru heldur óstorlig, og sum fráleið eru tey blivin skúladømi um bókaummæli, sum føroyskar kvinnur hava fingið frá føroyskum monnum. Til dømis:
- Hví skal ein lítil orgulspælari duga at skriva bøkur?
- Hon skal halda upp at við at skriva og heldur fara út í garðin at lúka.
Oddvør Johansen telist kanska millum mest lisnu føroysku rithøvundarnar. Í 2001 var hon í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina "Í morgin er aftur ein dagur". Mynd: Bárður Lydersen
Oddvør gloppar Vindagið
Millum annað hesum greiðir Oddvør Johansen frá í fyrsta partinum av nýggju sendingini Vindagið.
Vindagið er á skrá í útvarpinum mikudagar klokkan 17.05. Vindagið er sending við 10 partum, og hvør partur hevur ein nýggjan vert.
Tú finnur sjálvandi eisini sendingina á KVF Ljóð, og fyrsti partur við Oddvør Johansen finnur tú her..
Tónleikurin:
Umframt at greiða frá eitt nú øðrvísi upplivingum á orgulbonkinum, vegamót í tilveruni og harðrend ummæli, valdi Oddvør eisini ymsar sangir, sum vóru spældir í fyrsta partinum.