- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM í fótbólti: So er klárt at spæla áttandapartsfinalur
Eftir at Khvicha Kvaratskhelia, Georges Mikautadze og hinir úr Georgia vunnu á Portugal og spældu seg víðari úr bólkaspælinum í sínum fyrsta endaspæli, er greitt hvussu spælast skal í áttandapartsfinalunum í EM í Týsklandi.
Fleiri áhugaverdir dystir eru á skránni. Danmark skal spæla ímóti vertstjóðini, Týsklandi, sum teir sum kunnugt vunnu á í minniligu EM-finaluni í Svøríki í 1992. Annars hittust grannarnir báðir í bólkaspælinum í HM í 1986, tá Danmark vann 2-0 í bólkaspælinum í EM í 1988, tá Týskland var omaná og aftur í 2012, tá týskarar eisini vunnu.
Kim Vilfort avgjørdi EM-finaluna ímóti Týsklandi í 1992. Andreas Brehme og hinir týskararnir hyggja hjálparleysir at. MYND: Jens Nørgaard Larsen/Ritzau Scanpix
Ein onnur grannauppgerð í áttandapartsfinalunum verður ímillum Frakland og Belgia. Seinast liðini hittust í einum EM- ella HM-endaspæli var í hálvfinaluni í heimsmeistarakappingini í Russlandi í 2018. Tá vann Frakland 1-0 við máli frá Samuel Umtiti.
Georgia skal spæla ímóti Spania, sum kanska hevur verið mest sannførandi liðið í kappingini higartil. Spaniólar vunnu allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum.
Kylian Mbappé skoraði upp á brotsspark í javnleikinum ímóti Póllandi. Í áttandapartsfinaluni bíða grannarnir Belgia. MYND: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix
Áttandapartsfinalurnar:
Leygardagin 29. juni:
Kl. 17:00 Sveis - Italia (sæst hjá Kringvarpinum)
Kl. 20:00 Danmark - Týskland
Sunnudagin 30. juni:
Kl. 17:00 Ongland - Slovakia
Kl. 20:00 Spania - Georgia (sæst hjá Kringvarpinum)
Mánadagur 1. juli:
Kl. 17:00 Frakland - Belgia (sæst hjá Kringvarpinum)
Kl. 20:00 Portugal - Slovenia
Týsdagur 2. juli:
Kl. 17:00 Rumenia - Holland (sæst hjá Kringvarpinum)
Kl. 20:00 Eysturríki - Turkaland