- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hópurin móti Montenegro og Andorra tikin út
Venjarin hjá bestu føroysku fótbóltskvinnunum, Signe Pries Andersen, hevur tikið 22 spælarar út til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra, sum verða 12. og 16. juli. skrivar fsf.fo.
Ein spælari er við fyri fyrstu ferð. Talan er um Onnu Carolinu Brændstrup, ið spælir fyri HB Køge í Danmark. Hon hevur spælt sjey U19-landsdystir fyri Føroyar og hevur skotið fýra mál.
Eisini er vert at nevna, at KÍ-málverjin, Óluva Allansdóttir Joensen, er við aftur í hópinum eftir longri skaðasteðg.
Fyrri dysturin verður á Tórsvølli, tá Montenegro vitjar, og seinni dysturin er á útivølli ímóti Andorra. Undan síðstu dystunum í bólkinum eru Montenegro og Grikkaland fremst við 10 stigum í part. Føroyar eru á 3. plássi við trimum stigum, og aftast er Andorra við ongum stigi.
Føroyski hópurin:
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur