- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO viðgjørdi kortini ikki nýggjar reglur um farsóttir hesa ferð
WHO viðgjørdi kortini ikki nýggjar reglur um farsóttir hesa ferð
Pandemisáttmálin, sáttmálin um, hvussu berast skal at, tá farsóttir herja, bleiv ikki viðgjørdur á ársfundinum hjá WHO síðst í mai, sum annars ætlanin var

Føroyar hava nú atlimaskap í WHO, heimsheilsustovninum.
21.06.2024 - 06:50
Pandemisáttmálin, sáttmálin um, hvussu berast skal at, tá farsóttir herja, bleiv ikki viðgjørdur á ársfundinum hjá WHO síðst í mai, sum annars ætlanin var.
Men arbeiðið at orða eitt uppskot um pandemisáttmála heldur fram.
Uppskotið skal vera liðugt um eitt ár.
Enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan pandemisáttmálin fær á Føroyar.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.
Ársfundurin í ár er tann fyrsti, Føroyar eru við í, síðani Føroyar fingu atlimaskap í WHO.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV