
- Tíðindi, mentan og ítróttur
LÍV um íbúðir: Skulu hava avkast, men tað ávirkar ikki leiguna
LÍV um íbúðir: Skulu hava avkast, men tað ávirkar ikki leiguna
Bústaðir og LÍV eiga hvør sína helvt av felagnum, sum eigur íbúðirnar á Heimasta Horni í Havn

Íbúðirnar á Heimasta Horni II í Havn, sum Bústaðir og LÍV eiga.
21.06.2024 - 13:02
- LÍV er við fyri at fáa eitt avkast.
Tað sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, sum eigur helvtina av felagnum Heimasta Horn II saman við Bústøðum.
Jan Jakobsen er stjóri í LÍV. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
- Tað ger tó ikki leiguna hægri, sigur hann.
Bústaðir hava selt íbúðirnar á Heimasta Horni II til eitt felag, sum eisini eitur Heimasta Horn II. LÍV og Bústaðir eiga hvør sína helvt av felagnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21062024_Liv_og_Bustadir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV