Amerikanski uttanríkisráðharrin aftur til Miðeysturs

Amerikanski uttanríkisráðharrin aftur til Miðeysturs
Antony Blinken fer at arbeiða fyri undirtøku fyri uppskotinum hjá Biden, forseta, um vápnahvíld
Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken. (Ritzau Scanpix)
 
10.06.2024 - 10:53

Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken fer í hesi vikuni á vitjan í Miðeystri. 

Hann skal m.a. arbeiða fyri at fáa undirtøku fyri uppskotinum hjá Joe Biden um vápnahvíld millum Hamas og Ísrael.

Talsfólk fyri Hamas, Samu Abu Zuhri, sigur við Reuters-tíðindastovuna, at Hamas er sinnað at taka undir við øllum átøkum, sum kunnu tryggja, at kríggið endar.

Zuhri heitir á USA um at leggja størri trýst á Ísrael fyri at enda kríggið. 

Hamas hevur áður sagt, at eingin avtala verður góðkend, uttan at trygd er fyri varandi vápnahvíld, og at Ísrael tekur allar sínar deildir úr Gasageiranum, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450