Standa framvegis vakt við Polarstjørnuna

bannari
Standa framvegis vakt við Polarstjørnuna
Verkafólk standa framvegis vakt yvir frystilínuskipið Polarstjørnuna, sum liggur í Klaksvík við fullari last. -Vit standa, so leingi tað er neyðugt, sigur Absalon Hansen
Mynd: Bárður Lydersen  
 
09.06.2024 - 14:54

Frystilínuskipið Polarstjørnan liggur framvegis við bryggju í Klaksvík við fullari last av fiski. Og har verður tað liggjandi, til verkfallið er av. Í øllum førum skal lastin ikki landast, siga arbeiðarafeløgini.

-Vit hava fólk við skipið alt samdøgrið, sigur Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Fríggjamorgunin var lastin á frystilínuskipinum Pison liðugt landað.  Tað varð gjørt, hóast arbeiðarafeløgini í verkfalli halda, at talan var um verkfalsrakt arbeiði.

Tætt við har sum Pison landaði, liggur frystilínuskipið Polarstjørnan við fullari last. Arbeiðarafeløgini góðtaka ikki, at tað skipið sleppur at landa.

Hoyr samrøðu við Absalon Hansen:

Absalon_Hansen_-_jbh_-_1400

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017