Savnskvinnan Petra Djurhuus

Savnskvinnan Petra Djurhuus
Margretha Nónklett, savnsvørður, hevur skrivað grein um savnskvinnuna, har hon lýsir fjøltáttaða virksemið hjá Petru Djurhuus
 
06.06.2024 - 10:29

Petra Djurhuus (1892–1975), fødd á Botni, er fyrsti føroyingur, sum hevur nomið sær lærdóm um konservering og savnsarbeiði. Hon varð partur av Føroya forngripagoymslu, tá goymslan varð endurstovnað í 1928, og fekk ein virknan leiklut í nýskipanini og menningini av Forngripagoymsluni saman við manni sínum, Hans Andriasi Djurhuus, og M.A. Jacobsen, formanni í Forngripagoymsluni.

Margretha Nónklett, savnsvørður, hevur skrivað grein um savnskvinnuna. Í greinini verður fjøltáttaða virksemi hennara lýst, frá tí hon bleiv partur av Føroya forngripagoymslu í 1928, til savnið bleiv almennur stovnur í 1952 og nøkur ár fram. 

Kortini hevur Petra Djurhuus verið lítið lýst í føroysku savnssøguni. Í keldum verður hon ofta nevnd sum hjálparfólk hjá øðrum ístaðin fyri sum ein sjálvstøðugur savnsvørður. Margretha Nónklett roynir víð sínari grein at rætta uppá hetta og geva Petru tann heiður, sum hon hevur uppiborið fyri sítt drúgva og ósjálvsøkna arbeiði innan føroyska sanvsøgu.

Morgunsendingin prátaði við Margrethu Nónklett. Samrøðan kann hoyrast her:

1677820

 

Greinin kann lesast her
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017