- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin kongsvitjan á hesum sinni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av at útseta kongshjúnavitjanina, sum eftir ætlan skuldi vera frá 12. til14. juni.
Orsøkin er óvissa støðan við verkfallinum.
“Eg eri sera harmur um, at vit mugu útseta kongshjúnavitjanina. Eg veit, at mong við mær hava glett seg til at taka ímóti Fríðriki kongi og Mary drotning. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og nógv fólk hava lagt stóra orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, men vitjanin verður flutt og hildin, tá ið umstøðurnar at hava eina kongaliga vitjan eru tær røttu”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.
Løgmaður sigur við útvarpið, at fyrireikingarnar til kongsvitjanina hava ikki verið til fánýtis:
Løgmansskrivstovan og Kongshúsið arbeiða við at finna nýggja dagfesting til vitjanina, stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni.