Semingsstovnurin boðsendur í sáttmálatrætu millum FSN og Fíggjarmálaráðið

Semingsstovnurin boðsendur í sáttmálatrætu millum FSN og Fíggjarmálaráðið
Skipara- og navigatørfelagið sigur, at Fíggjarmálaráðið vil tvinga felagið í seming millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2024 - 14:24

Semingsstovnurin er nú eisini boðsendur í sáttmálatrætuni millum Føroya Skipara- og navigatørfelagið, FSN, og Fíggjarmálaráðið.

Skipara- og navigatørfelagið sigur, at Fíggjarmálaráðið hevur slitið samráðingarnar og vil tvinga FSN í semingsroyndina millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Sáttmálarnir millum Skipara- og navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið, sum samráðst hevur verið um, fevna um Strandferðsluna, havrannsóknarskipið Jákup Sverra og vaktarskipini hjá Vørn.

FSN sigur, at 8-10 samráðingarfundir hava verið síðani 20. oktober í fjør, tá sáttmálakrøvini vórðu handað.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sigur, at felagið kann ikki góðtaka at verða tvingað í seming saman við Maskinmeistarafelagnum, tí FSN og Maskinmeistarafelagið hava hvør sín sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Annfinn Garðalíð í útvarpstíðindunum: 

 

03062024_Annfnnur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824