- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kafeteria á Smyrli letur aftur
Kafeteria á Smyrli letur aftur
Strandferðslan sigur samstundis, at allar royndir at bróta trygdina umborð, verða meldaðar til løgregluna
03.06.2024 - 08:12
Nu letur matsølan umborð á Smyrli aftur.
Strandferðslan skrivar á heimasíðu síni, at verkfallið hevur við sær, at kafeteria á Smyrli letur aftur í dag, 3. juni.
Í gjár sendi Strandferðslan eina áheitan út til ferðandi, um ikki at flyta brennievni í ólógligum íløtum, eftir at eitt ferðafólk hevði bensin í tveimum plastposum.
Einhvør onnur roynd verður mett sum ein tilvitað roynd at bróta trygdina umborð á skipinum, og verður meldað til løgregluna.
Øll akfør, sum hava ólógligt góðs, verða sett til viks tann túrin, ið góðsið verður funnið, og fáa haraftrat karantenu, sigur Strandferðslan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV