Handverkarar fara ikki í samhugaverkfall

bannari
Handverkarar fara ikki í samhugaverkfall
Føroya Handverkarafelag heldur seg ikki hava heimild at fara í samhugaverkfall
Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.
 
03.06.2024 - 08:58

Føroya Handverkarafelag fer ikki í samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum. 

Tað váttar Suni Simonsen, formaður í felagnum, í morgun. 

Limafeløgini í Føroya Handverkarafelag eru Klaksvíkar-, Norðstreymoyar-, Vestmanna-, Vága-, Fuglafjarðar- og Nes Sóknar Handverkarafelag, umframt Føroya Flogteknikarafelag.

Hini handverkarafeløgini eru limir í Landsfelag Handverkaranna. Tey eru Havnar-, Skála-, Vágs- og Tvøroyrar Handverkarafelag, umframt Grafiska Yrkisfelagið. 

Suni Simonsen sigur, at Føroya Handverkarafelag metir seg ikki hava heimild at fara í samhugaverkfall, tí felagið hevur sáttmála við arbeiðsgevarafelagið.

Hoyr samrøðu við Suna Simonsen her:

 

03062024_Suni_um_samhugaverkfall

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017