Johnny í Grótinum: Lurta ikki nóg væl eftir serfrøðini

Johnny í Grótinum: Lurta ikki nóg væl eftir serfrøðini
Nýggi formaðurin í Búskaparráðnum var eisini formaður fyri 19 árum síðan. Ein stór broyting er, at hagtalsliga grundarlagið nú er nógv betri
Johnny í Grótinum er aftur formaður í Búskaparráðnum. Tað var hann eisini í 2005
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.06.2024 - 18:27

"Royndirnar siga tíverri, at tað ikki verður lurtað eftir, tá serfrøðinganevndir og búskaparráð og onnur koma við fakligum innsparkum."

Tað sigur Johnny í Grótinum, sum er nýggjur formaður í Búskaparráðnum.

Hann leggur tó afturat, at tað ikki eru serfrøðingar, sum skulu ráða í landinum, men teir eiga at koma við hyggjuráðum og greiningum av avleiðingum, og so er tað upp til politikararnar at taka avgerðirnar.

Johnny í Grótinum nevnir Suðuroyartunnilin, grøna orkuskiftið og fíggjarpolitiska haldførið sum nøkur stór evni, sum Búskaparráðið helst fer at viðgera næstu árini.

Í 2005 bleiv Johnny í Grótinum, sum tá var 29 ára gamal, fyrstu ferð formaður í Búskaparráðnum. Summar av uppgávunum eru framvegis tær somu, men ein stórur munur á tá og nú er, at hagtalsliga grundarlagið nú er nógv betri.

Johnny í Grótinum og Jan Otto Holm halda fram frá undanfarna Búskaparráði, og nýggj í ráðnum eru Hans Ellefsen, Marjun Weihe Thomassen og Anja Rein. Úr ráðnum eru farin Fróði Magnussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, og Sanna Laksá og Helena Andreasen.

 

Hoyrið samrøðu við Johnny í Grótinum her:

 

Johnny_i_Grotinum_010624

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185569