Fleiri hundrað prosent fleiri Wegovy

Fleiri hundrað prosent fleiri Wegovy
Um mánaðaskiftið apríl-mai í ár brúktu 2,8 prosent av fólkinum í Føroyum yvir 18 ár antin Ozempic eller Wegovy, vísir frágreiðing hjá Landslæknanum
Nýtslan av lækniheiliváginum Wegovy er vaksin meira enn 500 prosent. ( mynd)
 
30.05.2024 - 08:30

Frá januar í fjør til apríl í ár brúktu yvir 500 prosent fleiri fólk í Føroyum heilivágin Wegovy.

Tey vóru 100 í januar í fjør og 650 í apríl í ár. Vøksturin er 511 prosent.

1027 hava fingið fyrstu reseptina fyri Wegovy og 1019 fyri Ozempic.

Landslæknin hevur gjørt eina frágreiðing um heilivág, sum verður brúktur fyri diabetes, og sum fólk brúka fyri at fáa vektina niður.

Ozempic verður eisini meira brúkt nú. Har er vøksturin 50 prosent.

Um mánaðaskiftið apríl-mai í ár brúktu 2,8 prosent av fólkinum í Føroyum yvir 18 ár antin Ozempic eller Wegovy, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878