Eldraøki fáa nú talgilda sjúklingajournal

Eldraøki fáa nú talgilda sjúklingajournal
Ætlanin er, at øll eldraøki í landinum fyri ársskiftið skulu hava sjúklingajournalir tvørtur um geirar
Sjóvarlon í Sjóvar kommunu er partur av Roðanum, sum hevur tikið talgilda sjúklingajournal í nýtslu. (Savnsmynd)
 
30.05.2024 - 08:39

Tvey eldraøki í landinum, Roðin og Norðoya bú- og heimatænasta, hava nú tikið í nýtslu talgilda sjúklingajournal.

Tað er sjúkrahúsverkið, sum er veitari av skipanini, og við henni ber til at fáa fatur í allar sjúklingajournalir tvørtur um geirar.

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu er komin væl áleiðis í verksetanini. Bústovnar, dagtilhald, terapi og heimasjúkrarøkt og heimahjálp verða verksett í heyst. 

 

Ein sjúklingajournalskipan

Nú verður farið undir seinna partin av verkætlanini, sum snýr seg um at verkseta næstu fýra økini, sum eru VEKS, Bú- og heimatænastan í Suðuroy, Vesturvón og Økistænastan fyri Sandoyar sýslu.

Eftir ætlan er komið endaliga á mál fyri ársskiftið.

Við hesum samstarvi er politiska málið um, at tað bert skal vera ein sjúklingajournalskipan fyri føroyska borgaran, rokkið, sigur Kommunufelagið.
 
- Tað er okkum vitandi eindømi, at tað verður ein og  sama skipan tvørtur um geirar, og hetta verður ein stórur fyrimunur fyri borgaran eins og fyri starvsfólk, tá ið samskiftið gerst smidligari, skjótari og altíð dagført, skrivar Kommunufelagið á heimasíðuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878