Eingin semingsroynd - partarnir eru farnir hvør til sítt

bannari
Eingin semingsroynd - partarnir eru farnir hvør til sítt
Ætlanin var at taka semingsroyndina upp aftur í morgin, men tað verður av ongum, tí tað er framvegis langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2024 - 15:36

Einki grundarlag er fyri at fara undir semingsroynd millum arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevarafelagið.

Partarnir hava sitið á fundi við semingsstovnin í dag, og eru farnir hvør til sítt.

Ætlanin var at taka semingsroyndina upp aftur í morgin, men tað verður av ongum, tí tað er framvegis langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Og semingsstovnurin ger ikki meira fyribils. 

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum gongur nú á triðju viku.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Terja Sigurðsson:

 

Terje_og_samroda

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168