Ein sethúsamarknaður fyri tey ríku 

Ein sethúsamarknaður fyri tey ríku 
Tað verður alsamt truplari at sleppa inn á sethúsamarknaðin
Sethús í Havn.
Mynd: Savn.  
 
30.05.2024 - 15:00

Ikki er lætt at seta føtur undir egið borð í Føroyum. Tað er eingin loyna. 

Tey flestu vilja búgva í miðstaðarøkinum, men eigur tú ikki ein stóran part av innskotinum til húsini á bók, eru útlitini ikki góð. 

Hóast lønirnar hækka støðugt, hevur inflatiónin seinastu árini havt við sær umfatandi príshækkingar og rentuhækkingar. Bankarnir seta størri krøv til tiltøkupeningin, tá biðið verður um sethúsalán, og tað ávirkar, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða uppá eini sethús.

Meklarar greiða frá, at tað nú eru færri, ið bjóða uppá ognirnar, og at tey, sum keypa hús fyrstu ferð eftir mongu rentuhækkingarnar, hava uppaftur verri við at sleppa inn á sethúsamarknaðin. Haraftrat er byggitilfarið dýrkað so mikið nógv, at fólk eru vorðin varnari at byggja nýtt ella at keypa sethús, sum krevja umvæling. 

Krøvini frá bankunum ávirka, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða uppá eini sethús, og tískil eisini hvar í landinum fólk enda við at búseta seg, um tað í síðsta enda eydnast teimum at fáa lán. 

Trot á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Tað staðfestir Búskaparráðið í seinastu várfrágreiðingini. 

 

Ein støðugur fløskuhálsur

Tær nógvu rentuhækkingarnar, sum hava verið seinastu tvey árini, áttu at trýst húsaprísirnar niður. Tá hetta ikki er hent, kann tað vera tekin um, at tað eru nógvir ríkir ella múgvandi føroyingar, sum bjóða og keypa ognir, hóast prísirnir eru høgir. 

Tað sigur Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum og námslektari á Fróðskaparsetrinum. 

- Tað er jú ikki smápengar vit tosa um. At rentan fer frá at vera tvey ella trý prosent, til at vera yvir fimm prosent, er jú ein tvífalding í rentuútreiðslum, sigur Johnny í Grótinum. 

Hann heldur, at vantandi útboðið av ognum í Føroyum er svarið, hví prísurin ikki lækkar. Eftirspurningurin frá vanliga føroyinginum er minkaður, tí fleiri og fleiri húsarhald fáa ikki fylgt við prísunum, men tá tað enn eru nakrir fáir, sum vilja gjalda høga prísin, so stendur húsaprísurin í stað. 

Lítla útboðið av bústøðum hevur saman við stóra fólkavøkstrinum og lágu rentunum seinastu mongu árini verið við til at trýsta sethúsaprísirnar upp. Sethúsaprísirnir eru í fleiri ár á rað hækkaðir munandi samanborið við inntøkurnar hjá húsarhaldunum.

Í 2023 stóðu sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum hinvegin í stað samanborið við árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks. 

Tað rakar serliga tey, ið keypa fyrstu ferð, at útboðið er so avmarkað. 

- Verður húsaprísurin óbroyttur, so eru ábendingar um, at tað eru nógv, sum skulu keypa fyri fyrstu ferð, sum ikki kunnu bjóða seg fram. Sum ikki hava nakran kjans at sleppa framat. 

Tað kann vera talan um eina bløðru, men av tí at útboðið er so lítið, verður prísurin hildin á einum høgum stigi. Tað merkir tó ikki, at eitt størri útboð kann loysa allan trupulleikan. 

-  Tað er ikki soleiðis, at eg siti og sigi ”bara mann nú fekk ríkiligt av útboði, so fór húsaprísurin skramblandi niður”. Tað er ikki neyðturviliga soleiðis, men kanska fleiri høvdu kunnað sett búgv í heila tikið, sigur Johnny í Grótinum. 

 

Bústaðir eru ikki loysnin 

Tað eru millum 2.500 og 3.000 búðeindir, sum mangla í fyri at metta tørvin frá allari tilflytingini seinastu árini. Tað er ein týðandi fløskuhálsur, heldur Johnny í Grótinum. 

Tó heldur hann ikki, at Bústaðir eru loysnin. Landið skal nógv heldur brúka orku upp á útstykkingar, enn at bíða eftir at Bústaðir loysa trupulleikan við bústaðartrotinum. Bústaðir hava umleið 500 leigubústaðir til tey 19.000 húskini, sum búgva í Føroyum. Tað er alt í verðini ov lítið, sigur Johnny í Grótinum. 

Løgtingið hevur økt lániheimildina hjá Bústøðum fleiri ferðir, og í løtuni eru Bústaðir farin undir eina nýggja tilgongd, har nýggjur stjóri skal setast. 

Sambært Johnny í Grótinum, skulu myndugleikarnir heldur endurhugsa Bústaðir sum konsept. Bíðilistin, har 2.000 fólk standa uppskrivað, minkar ikki. Fólkini fáa ongantíð nakra íbúð, tí áttu leigubústaðirnir hjá Bústøðum heldur verið brúktir til sosial-politisk endamál. Á henda hátt verður tann tørvurin nøktaður, og bíðilistin verður ikki ein máti hjá ríkum føroyingum at vinna í lottarínum. 

- Um tað gongur væl, so fáa vit kanska 200-300 nýggjar leigubústaðir um nøkur ár. Tað ger ongan mun, heldur Johnny í Grótinum. 

 

 

Ræðumyndin er, at tey ungu ikki flyta heim aftur 

Tey ungu eru okkara framtíð, og tað má vera freistandi hjá teimum at koma higar. Tað er tað ikki, um tey ikki fáa tak yvir høvdið, heldur Johnny í Grótinum. 

- Longu nú tykjast ábendingar vera um, at hesin fløskuhálsurin hevur fingið avleiðingar fyri okkum sum samfelag. Fáa vit ikki gjørt nakað munagott við hetta, fær tað enn størri avleiðingar.  

Sambært heimasíðuni hjá Hagstovuni, heldur fólkavøksturin í Føroyum fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann tó verið lakari enn frammanundan.   

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, ið er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi uppá 151 og eini nettoflyting uppá 269 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn í undanfarna tíðarskeiði, og tilsamans gav tað ein minni fólkavøkstur. 

- Vit eru farin frá, at í nógv ár at hava havt eina nettotilflyting av føroyingum, til at hava eina nettofráflyting av føroyingum. 

Skal henda neiliga gongdin vendast, má politiska skipanin rakna við. Men Búskaparráðið tosar fyri deyvum oyrum, heldur Johnny í Grótinum. 

Síðani hetta Búskaparráðið tók við í 2021, eru seks frágreiðingar skrivaðar. Ein um várið og ein um heystið.

- Bústaðartrotið hevur verið eitt tema øll hesi trý árini, so hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, sigur hann at enda. 

 

Hoyr Johnny í Grótinum greiða frá sethúsamarknaðinum her:

Johnny_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519