- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elians Sonur: Ein sangur um frælsi
Í dag klokkan 17.05 sendir útvarpið hjá Kringvarpi Føroya fyrsta part av fimm í røðini, sum ber heitið, Elians Sonur. Ragnar Winther Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Samrøðurnar eru tiknar upp í Sørvági í januar 2024.
Fyrsti partur av hesi útvarpspentalogiini er ein sangur um frælsi. Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið, kvalifiseraðar meiningar:
"Nú ið vit hava sýnað bilin við politiskum ella filosofiskum brillum, hava vit sæð, at her er nógv at vísa á. Harvið vil eg siga, at hesin el-bilurin er eitt sindur av einum trojanskum hesti."
- Ragnar Winther Eliansson í fyrsti parti av Elians Soni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt sendingarnar til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð.
Øll sendingin er tøk á KVF Ljóð, og tú finnur hana her.