- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eystur- og Sandoyartunlar draga nettoskuldina skeiva vegin
Eystur- og Sandoyartunlar draga nettoskuldina skeiva vegin
Sambært Landsbankanum er nettoskuldin hjá landskassanum mett til at veksa upp í 3,2 mia. kr. í ár og næsta ár
27.05.2024 - 08:52
Í fjør var nettoskuldin hjá landskassanum tríggjar milliardir tann skeiva vegin.
Tað ger skuldin hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum.
Uttan hana er nettoognin hjá landskassanum 100.000 kr.
Sambært Landsbankanum er nettoskuldin mett til at veksa upp í 3,2 mia. kr. í ár og næsta ár.
Nettoskuldini var sløk tvey prosent av BTÚ í 2007.
Hon er mett at vera 12 prosent í ár og 11 prosent næsta ár.
Frá 2008, tá fíggjarkreppan var, til 2015 økti landsstýrið skuldina 2,8 mia. kr.
Fyri at minka nettoskuldina, krevst yvirskot í fíggjarlógini, sigur Landsbankin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV