Hjálparfólkini eru ikki reingerðarfólk

Hjálparfólkini eru ikki reingerðarfólk
Tórshavnar kommuna hevur arbeitt við eini ætlan um, at røktarhjálparfólkini eisini skuldu taka sær av reingerð, men líkt er nú til, at hetta kortini verður av ongum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya
 
26.05.2024 - 18:37

Eldranevndin samtykti eftir tilmæli frá umsitingini í Tórshavnar kommunu fyri einum tveimum mánaðum síðani, at hjálparfólkini skuldu gera reint, umframt at røkja sítt vanliga røktararbeiði.

- Hesum vildu vit ikki lata okkum lynda, tí tað er tað sama sum at “bumba okkara yrki 15 ár aftur í tíðina”, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Hon heldur lítið um, at tankin yvirhøvur verður hugsaður, at tað aftur skal vera, sum tá heimahjálpirnar í síni tíð millum annað átóku sær at vaska heima hjá fólki.

Brúka tíðina øðrvísi
- Í dag fevnir arbeiði um røkt og ikki reingerð, sigur Mary Antonsdóttir, ið tó ikki væntar, at Tórshavnar býráð, nú málið kemur fyri á fundi hósdagin, fer at halda fast við upprunaliga tilmæli um, at hjálparfólkini eisini skulu taka sær av reingerðini.

Nú normeringin hjá heilsuhjálparunum er farin frá sjey tímum upp í átta, hevur tað verið brúkt sum grundgeving fyri, at hjálparfólkini kundu brúkt tann sjeynda tíman til reingerðarbeiði.

Tað heldur Mary Antonsdóttir ikki vera nakað gott hugskot, tí skuldi nøkur avlopstíð verið, so er nógv frægari, at hon verður brúkt til at gera okkurt saman við brúkarunum, heldur enn at fara í gongd við tvøgu og spann.

 

Hoyr samrøðu við Mary Antonsdóttir:

2024-05-26_Mary_Anthonsdottir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519