
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Líkt er til, at verkfallið, sum nú hevur vart í ellivu dagar, verður drúgt.
Einki samband er millum partarnar, og hvørgin parturin hevur hug at flyta seg, ella sleppa krøvum sínum.
- Um partarnir flyta seg, eru vit altíð til reiðar at seta okkum aftur við samráðingarborðið.
Tað segði Fróði Sivertsen, virkandi semingsmaður, fyrrapartin.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag, sigur seg ikki hava nakað nýtt at lata semingsmonnunum:
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, er eins fastur á hondini og Georg F. Hansen:
Verkfallið hjá Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag byrjaði á midnátt mánakvøldið 13. mai.
Semingsfundur útsettur
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg, og semingsstovnurin er eisini komin uppí tær samráðingarnar.
Samráðingarfundurin, sum skuldi vera fyrrapartin millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelag, er tó útsettur, orsakað av forfalli.
Fróði Sivertsen, virkandi semingsmaður, segði í stuttari viðmerking fyrrapartin, at á fundinum millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelagð mikudagin, varð avtalað, at tey skuldu hittast aftur í dag.
Nú er so tann fundurin útsettur, og verður helst fyrst í komandi viku, sigur Fróði Sivertsen.