Stórt føroyskt hondbóltsvikuskifti í Evropa

Stórt føroyskt hondbóltsvikuskifti í Evropa
Allan Norðberg og Valur spæla seinnu finaluna í European Cup, og Hákun West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen kappast í Final Four-endaspælinum í European League
Hákun West av Teigum skal spæla um European League-steypið um vikuskiftið
 
23.05.2024 - 16:24

Allan Norðberg, Hákun West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen spæla allir um evropeisk steyp um vikuskiftið.

Allan Norðberg og íslendska felag hansara, Valur, spæla seinnu finaluna í European Cup ímóti Olympiakos á útivølli. Valur vann fyrra dystin á heimavølli 30-26, men grikkar hava vunnið allar seks evropa-dystirnar í Pireaus higartil, so Allan Norðberg og hinir skulu ikki vænta sær ein lættan dyst.

Eydnast tað hjá Vali, er tað fyrstu ferð, at íslendska felagið vinnur eitt evropeiskt steyp. European Cup er minsta kappingin hjá evropeisku hondbóltssamgonguni.

 

Hákun og Jóhan kappast um European League

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin skulu verja European League-steypið, sum týska høvuðsstaðarfelagið tryggjaði sær í fjør fyri triðju ferð samanlagt.

Berlinrevarnir spæla ímóti Rhein-Neckar Löwen í hálvfinaluni leygardagin, og eydnast tað at vinna, er sannlíkt, at Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt verða mótstøðulið sunnudagin.

 


Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt kunnu gerast mótstøðulið hjá Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin í European League-kappingini.

 

Í hálvfinaluni spælir Flensburg-Handewitt ímóti rumenska stórfelagnum, Dinamo Bucuresti, sum sendi bæði Bjerringbro-Silkeborg og Skjern út fyrr í kappingini. 

Final Four-endaspælið í næststerkastu EHF-kappingini er í týska býnum Hamburg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805