- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið: 15 dagstovnar í Havn lata aftur
15 dagstovnar í Tórshavnar kommunu lata aftur í morgin, tí verkfall er.
Tað boðar kommunan frá í dag.
Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur. Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp aftur, fyrr enn rusk aftur verður tikið.
Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttan fyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglar og skaðadjór eisini fram at ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.
Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.
Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so leingi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta, sigur Tórshavnar kommuna.
Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag. (Savnsmynd)
Hesir stovnar lata aftur
Dagstovnarnir, ið lata aftur í morgin, eru hesir:
Lonirnar í Hoydølum
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
Býlingshúsið undir Fjalli
Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)
Spírin í Havnardali
Býlingshúsið á Ternuryggi
Dagstovnurin Fríðriksgarður
Dagstovnurin Sólareygað
Dagstovnurin við Velbastaðvegin