Útflutningurin minkaði hálva milliard

Útflutningurin minkaði hálva milliard
Serliga er minni makrelur útfluttur seinasta árið
Føroyar útfluttu fyri 12,5 milliardir krónur frá apríl í fjør til mars í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
17.05.2024 - 14:08

Føroyar útfluttu fyri 12,5 milliardir krónur frá apríl í fjør til mars í ár, skrivar Hagstovan.

Tað er góð hálv milliard, 552 milliónir, minni enn frá apríl 2022 til mars 2023.

Fiskavøruútflutningurin minkaði 167 milliónir krónur.

Serliga er minni makrelur útfluttur. Hagstovan upplýsir ikki longur í samandráttinum um útflutingn, hvussu stórur útflutningurin til Russlands er.

 

 

Innflutningurin minkaði eisini

Innflutt var fyri 11,2 milliardir krónur frá apríl í fjør til mars í ár.

Tað eru 1,2 millardir krónur minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 579 milliónir krónur.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519