Eingin áhugi fyri nýggjum íbúðum - leigan er ov dýr

Eingin áhugi fyri nýggjum íbúðum - leigan er ov dýr
Íbúðir hjá Bústøðum í Streymnesi kosta umleið 11.000 kr. um mánaðin umframt hita og el
Íbúðirnar, sum Bústaðir hava bygt í Streymnesi.
Mynd: Eyðstein Zachariasen  
 
17.05.2024 - 13:03

10.990 krónur um mánaðin og 500 krónur fyri hita. Harumframt kemur SEV-gjaldið.

So nógv kostar tað at leiga eina nýggja 92 fermetrar stóra íbúð, sum Bústaðir hava bygt í Heinagerði í Streymnesi. 

Eingin áhugi er millum fólk fyri at leiga íbúðirnar, og sambært varaborgarstjóranum í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, er tað tí leiguprísurin er alt ov høgur.

 

Eyðstein Zachariasen

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17052024_Eydstein_og_bustadir

 

Fólk, sum standa á bíðilista hjá Bústøðum, hava nú fingið teldupost, har boðað verður frá, at leigan verður lækkað úr 10.990 krónum niður í 9.800 krónur um mánaðin. Hitin kostar 500 kr., og harumframt kemur SEV-gjaldið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097