Dreymurin um bygdarsavn blívur veruleiki

Dreymurin um bygdarsavn blívur veruleiki
- Nú føli eg, at lonin og allir lutirnir eru í góðum hondum, sigur stovnarin av nýggja fornminnissavninum í Kvívík, Grækaris Joensen
 
17.05.2024 - 10:41

Skjótt 75 ára gamli Grækaris Joensen í Kvívík, sum hevur tikið stig til nýstovnaða fornminnisfelagið í Kvívík.

Í 2001 stovnaði Grækaris Joensen ein grunn, hvørs endamál var at varðveita bygdarsøguna í Kvívík, tí í mong ár hevur hann savnað saman lutir, sum á ymiskan hátt siga søguna um Kvívík og lívið, sum har hevur verið.

Nú fornminnisfelagið er stovnað, er grunnurin avtikin.

Grækaris Joensen fegnast um nýggja fornminnisfelagið, og at tað nú verður møguligt hjá kvívíkingum at fáa eitt veruligt bygdarsavn.

- Hetta hevur altíð havt mín áhuga. Foreldrini áttu nógv gomul ting, og tað var nakað, mann ofta prátaði um eisini, sigur Grækaris Joensen, sum hevur smíðað og umvælt ein stóran part av lonini, sum eftir ætlan skal verða bygdarsavn summarið 2025.

Tey, ið mannað nevndina í nýstovnaða fornminnisfelagnum, eru Ari Johanneson, Tórarinn á Rípuni, Nelly H. Debes, Hildigunn Joensen og Guðrið Holm.

 

Dreymurin_um_bygdasavn_i_Kvivik_-_Graekaris_Joensen_17052024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519