- Tíðindi, mentan og ítróttur
Doyði í arbeiðsvanlukku í Leirvík
Doyði í arbeiðsvanlukku í Leirvík
Maðurin arbeiddi við gravimaskinu í haganum 200 metrar frá vegnum til Hagaleiti
17.05.2024 - 08:05
Í gjár doyði ein maður í arbeiðsvanlukku í Leirvík.
Gravimaskinan, sum hann var í, koppaði, og hann lá undir henni.
Tá samband ikki fekst við mannin, var farið at vita, hvussu støðan hjá honum var.
Fráboðanin um vanlukkuna kom beint fyri klokkan átta í gjárkvøldið.
Maðurin arbeiddi í haganum 200 metrar frá vegnum til Hagaleiti.
Maðurin var miðskeiðis í fimmtiárunum.
Líkskoðan verður, sum vant er í tílíkum førum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV