Verkfallið rakar Klaksvíkar sjúkrahús meint

bannari
Verkfallið rakar Klaksvíkar sjúkrahús meint
Sjúkrahúsið hevur biðið um undantøk fyri at tryggja minsta tørvin í køkinum og reingerðini
Klaksvíkar sjúkrahús.
 
16.05.2024 - 12:00

Klaksvíkar sjúkrahús er meint rakt av verkfallinum.

Nógv starvsfólk eru limir í Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag, Havnar arbeiðarafelag og í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag. 

Verkfallið rakar alla reingerð í húsinum og køkinum.

Sjúkrahúsið hevur biðið um undantøk fyri at tryggja minsta tørvin í køkinum og reingerðini.

Hoyr Alexandru á Dul, stjóra, í útvarpstíðindunum: 

 

16052024_Sjukrahus_og_verkfall

 

Suðuroyar sjúkrahús.

 

Suðuroyar sjúkrahús fingið undantaksloyvi

Verkfallið rakar eisini Suðuroyar sjúkrahús, har fleiri starvsfólk eru limir í Føroya arbeiðarafelag. 

Sjúkrahúsið hevur tó fingið undantøk til tey øki, sum biðið er um, so dagliga virksemið gongur, men Sjúkrahúsið fekk ikki undantak til tveir limir.

Vaskaríið gongur við hálvari megi, men uppvask og reingerð hava fingið undantak.

Suðuroyar sjúkrahús hevur eisini fingið undantak til vøruflutning við Smyrli, sigur Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017