Útlendingar vilja tryggja sær, at teir ikki eru limir í fakfeløgum

bannari
Útlendingar vilja tryggja sær, at teir ikki eru limir í fakfeløgum
Nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum, og teir hava vent sær til fakfeløg um at melda seg úr feløgunum. Men hetta eru fólk, sum ikki eru limir í fakfeløgum
Í Havnar Arbeiðarafelag fyrireika tey verkfalsvaktir at fara út á arbeiðspláss.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2024 - 11:38

21 ár eru liðin, síðani arbeiðarafeløgini seinast vóru í verkfalli, og nógv er broytt síðani.

Nú arbeiða nógvir útlendingar í Føroyum, sum ikki eru limir í fakfeløgum. Kortini hava teir vent sær til fakfeløgini um at melda seg úr feløgunum.

Tað vísir seg, at hetta eru fólk, sum ikki eru limir í fakfeløgum. 

Samstundis eru limir í arbeiðarafeløgunum farnir á verkfalsvakt fyri at tryggja, at eingin átekur sær verkfalsrakt arbeiði. 

Í gjár var eisini greitt, at Fasti gerðarrættur fer ikki upp í málið, um verkafólk hjá landi og kommunum hava loyvi at fara í verkfall.

Sí innsløg í Degi og viku um verkfallið og samrøðu við Per Martin Gregersen, formann í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni:

 

20240514_VERKFALLID

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117