Samtak: Land og kommunur verða rakt av verkfalli á midnátt

bannari
Samtak: Land og kommunur verða rakt av verkfalli á midnátt
Sonja Jógvansdóttir, samskipari, ávarar ímóti at taka verkfalsrættin frá limum í arbeiðarafeløgunum
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2024 - 13:38

Limirnir hjá arbeiðarafeløgunum fara í verkfall á midnátt -  sama hvat land og kommunur gera.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, sum umboðar arbeiðarafeløgini.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur heitt á Fasta gerðarrættin um at viðgera málið við kravi um, at verkfallið er óheimilað stríðsstig.

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur hótt við at gera tað sama.

- Hetta er at taka verkfalsrættin frá teimum, sum arbeiða hjá kommunum og landinum, sigur Sonja Jógvansdóttir. 

 

14052024_Sonja_um_verkfall

 

Sonja Jógvansdóttir og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vóru í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017