Politisk boð um at Lønardeildin skuldi ikki fara í Fasta gerðarrætt

bannari
Politisk boð um at Lønardeildin skuldi ikki fara í Fasta gerðarrætt
Lønardeildin hevur annars havt somu støðu sum KAF, at fakfeløgini hava ikki rætt at lýsa verkfall fyri limir sínar hjá landinum
Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.05.2024 - 16:20

Tað eru politisk boð, sum eru orsøk til, at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum kortini ikki fer í Fasta gerðarrættin við fráboðaða verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur havt somu støðu sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, nevniliga at fakfeløgini hava ikki rætt til at lýsa verkfall fyri sínar limir, sum arbeiða hjá landinum. 

Við Dimma.fo sunnudagin segði Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, at "fara fólk hjá landi ella kommunum í verkfall, verður hetta lagt fyri Fasta gerðarrættin sum skundmál."

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildini vóru eisini samd um at fara í Fasta gerðarrættin so seint sum í gjárkvøldið.

KAF fór í gerðarrættin stutt fyri døgurða, fyri síðani at taka málið aftur smáar tveir tímar seinni. Lønardeildin kom tó ongantíð so langt sum at leggja málið fyri Fasta gerðatrættin.

Spurdur um orsøkina til tað, svarar Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, stutt:

- Hetta er politiskt.

Fleiri viðmerkingar hevur Jan Mortensen ikki.

Hann vísir til politiska myndugleikan, í fyrstu atløgu Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og í øðrum lagi til løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369