Fer í Fasta gerðarrætt

bannari
Fer í Fasta gerðarrætt
Fasti gerðarrættur skal gera av, um verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum eisini er galdandi fyri kommunurnar og landið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur uppá, at tey, sum arbeiða hjá kommununum skulu ikki í verkfall.
 
13.05.2024 - 06:06

Fasti gerðarrættur skal gera av, um verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum eisini er galdandi fyri kommunurnar og landið.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur við Dimmu.fo, at fara fólk hjá landi ella kommunum í verkfall, verður hetta lagt fyri Fasta gerðarrættin sum skundmál. 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá landinum siga, at verkfallið, sum byrjar á midnátt, er ikki galdandi fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum ella hjá landinum.

Jú, tað er eisini fyri tey, siga arbeiðarafeløgini.

Verkfallið er fyri øll arbeiðsøki, siga tey.

Tey seinastu 40 árini hava fýra verkføll verið hjá arbeiðarafeløgunum. 

Tey vóru í 1985, 1987, 2001 og 2003. 

Hesi verkføll fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum, landi og kommunum, vísa arbeiðarafeløgini á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017