Neyðhjálp sleppur nú aftur inn í Gasageiran

Neyðhjálp sleppur nú aftur inn í Gasageiran
Lastbilar úr Egyptlandi fara um marknaliðið, sum er latið uppaftur
Lastbilafylgi koyra nú úr Egyptlandi innan í Gasageiran við neyðhjálp.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.05.2024 - 11:01

Ísrael hevur latið marknaliðið upp við Kerem Shalom inn í Gasageiran.

Lastbilar við humaniterari hjálp úr Egyptalandi fara nú um marknaliðið, skrivar Reuters.

Marknaliðið var stongt sunnudagin eftir palestinsk álop í økinum.

- Støðan hjá fólkinum í Rafah er ein vanlukka. Meira enn ein millión fólk hava leitað sær skjól í økinum.

Tað sigur Julia Råvad, greiningarstjóri í felagnum fyri Læknar uttan landamørk:

 

08052024_Julia_um_Rafah

 

USA helt bumbum aftur

USA helt í síðstu viku aftur eini sending við bumbum til Ísraels, tí stúrt var fyri, at Ísrael fór undir stórálop á Rafah, skrivar AP.

Tíðindastovan hevur fingið upplýsingarnar frá leiðandi embætisfólki í umsitingini hjá Biden, forseta.

Heimasíðan Axios fekk um vikuskiftið líknandi upplýsingar frá ónevndum ísraelskum embætisfólkum. 

Sambært Axios, er tað fyrstu ferð síðani álopið hjá yvirgangsfelagsskapinum Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør, at USA hevur steðgað vápnaflutningi til ísraelska herin.

Keldan sigur við AP, at eingin endalig avgerð er tikin, um bumburnar yvirhøvur verða sendar Ísrael. 

Politico og AFP-tíðindastovan skriva eisini, at veitingin er hildin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450